- Tann 19. mai skrivaði Norðlýsið, at “Eik Banki gongur undan í Klaksvík” Tá var stóra glasfasadan liðug, og ein kundi siga at tað hendan várdag í mai spíraði í Klaksvík bæði so og so segði nýggi deildarleiðarin hjá EIK í Klaksvík, Hilmar Sam Lamhauge til hátíðarhaldið fríggjadagin. Og hann helt fram:
-Hetta orðafellið, um eg so má siga, “Eik Banki gongur undan í Klaksvík” kann brúkast í fleiri samansetingum um Eik, men júst her var meint við tað arkitektoniska, at hesin bygningur ikki bert er ein fornaldarlig grótlaging – men at bygningurin er nútímans, og prýðir um í miðbýnum.
Facadan hevur reinar linjur og er klødd við gróti, móttøkan er opin upp í aðru hædd, upp til balkongina, sum kann ímynda Víkina – altso Klaksvíkina. Við hesi opnu móttøkuni og stóru glasfacaduni norðureftir, við tí flotta útsýninum, blívur inniumhvørvið ein partur av útiumhvørvinum.
Hilmar Sam Lamhauge segði at enda, tað er honum ein æra at saman við sínum starvfólkum at vera við til at leggja ein hornastein undir framtíðar virksemi hjá Eik í Klaksvík og í Norðoyggjum.