Eik Banki 77 milliónir í avlopi

Fyri fyrstu ferð síðani Eik Banki varð endurstovnaður, eru svørt tøl á botnlinjuni.

Ársroknskapurin fyri 2012 er júst lagdur fram, og vísir hann 77 milliónir krónur í avlopi.

2012 er annað roknskaparár hjá ”nýggja” Eik Banka, sum fór á húsagang 30. september 2010.

Fyrsta roknskaparár fevndi um 15 mánaðir, frá oktober 2010 til desember 2011. Tá var úrslitið eftir skatt 256 milliónir krónur í undirskoti.

Úrslitið fyrsta roknskaparár var, sambært leiðsluni í Eik Banka, í týðandi mun ávirkað av tapum av útlánum og øðrum ognum, sum vórðu yvirtiknar frá gamla Eik Banka. Fyrstu 15 mánaðirnar av síni livitíð avskrivaði og niðurskrivaði Eik Banki 410 milliónir krónur