Eik Banki 314 milliónir í halli

Eik Banki kunnger í morgun ársúrslitið, sum vísir eitt hall upp á 314 milliónir krónur. Tað er týðandi virksemi uttanlands, og neiliga altjóða rákið setur síni spor í ársroknskapin, sigur bankin. Hálv milliard á muni millum Føroya Banka og Eik Banka

Úrslitið er eitt hall á 314 milliónir krónur. Hinvegin eru inntøkurnar í Eik-samtakinum øktar, og grundleggjandi bankaraksturin vísir eitt avlop á 392 mió. kr. Eik-samtakið hevur gott gjaldføri, og solvensurin er 10,6 prosent

2008 var eitt baldrut ár hjá bankum kring knøttin, og hetta merktist eisini hjá Eik Banka, sum hevur týðandi virksemi uttanlands. Fíggjarkreppan setti serliga síni spor í danska virksemið og í virðisjavnan av partabrøvum.
 
?Aldurnar hava verið høgar har úti, sum Eik Banki roynir seg. Tí merkir bankin altjóða órógv meira enn aðrir peningastovnar í landinum. Hallið í fjør er langt frá nøktandi. Hinvegin er grundleggjandi bankaraksturin í framgongd, og tað fegnast vit um?, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik.
 
Úrslitið fyri skatt er eitt hall á 415,6 mió. kr. móti einum avlopi á 465,3 mió. kr. í 2007. Eftir skatt er hallið 314,1 mió. kr. móti einum avlopi á 393,0 mió kr. í 2007.

Meira verður at frætta seinni.