Eigur tú Ársins Mammu?

Sunnudagin er mammudagur, og í hesum sambandi fara vit í Miðlahúsinum at kjósa ársins mammu saman við okkara lesarum.

Tí heita vit á okkara lesarar um at senda okkum eina tilnevning til ársins mammu. Hetta gert tú við at senda eina mynd og eina grundgeving fyri, hví tín tilnevning er júst tann rætta til at verða kosin ársins mamma.

Vit leggja tilnevningarnar út á www.in.fo og í Vikuskiftisblaðnum, sum kemur í sølubúðirnar longu mikukvøldið, tí at Dýri Biðidagur er fríggjadagin, er ætlanin at hava eina samrøðu við mammuna, sum fær heiðurin.

Umframt sjálvan heiðurin fær Ársins Mamma eisini eina gávukurv frá Miðlahúsinum.

Tilnevningarnar við mynd skulu sendast til mamma(at)sosialurin.fo í seinasta lagi mikudagin 6. mai klokkan 9.00