Eigur tú eina Samsung Note 7? Sløkk hana

Eigur tú eina Samsung Galaxy Note 7? So eru boðini frá Samsung greið – sløkk telefonina.

 

Seinastu tíðina hava nógvar fráboðanir verið um at battaríið brestir ella at eldur kemur í. Samsung hevur eisini longu afturkallað fleiri milliónir av nýggjastu telefonunum.

 

Nú hevur felagiði steðgað allari sølu av telefonini, meðan kannað verður, hví feilur er við battaríunum. Í meðan heitir felagið tí á øll, sum eiga eina Samsung Galaxy Note 7 um at sløkkja hana.

 

Tey, ið hava flogið við Atlantsflog og í útlandinum seinastu tíðina, hava kanska eisini varnast, at meðan loyvt er at nýta flestu telefonir, meðan man er í luftini, verður sagt, at júst Samsung Galaxy Note 7 skal vera sløkt allan túrin.

 

Orsøkin til hetta er júst tann sama, vandin fyri, at telefonin ella battaríið brestur, meðan flogfarið er í luftini.