Eigur ríkiligt av pengum

Tað liggur munandi meiri í landskassanum enn lógin krevur, sigur Landsbankin.

 

Landskassin hevur nógv betri í gjaldføri enn lógin krevur, at hann skal hava. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Landsbankankanum.

Lógin um Landsbanka Føroya krevur, at lands­kassin skal hava 15 prosent av Bruttotjóðarúrtøkuni í ­gjald­føri. Tað merkir, at í fjør skuldi landskassin hava í minsta lagi 2,9 milliardir krónur í gjaldføri. Men Landsbankin sigur, at um ársskiftið var gjaldførið hjá landskassanum 4,7 milliardir, og sostatt er tað væl størri enn kravið.

 

##med2##

Á myndini oman fyri sæst gongdina í gjaldførinum hjá landskassanum í fjør. Myndin vísur, at við ársbyrjan var gjaldførið einar 600 milliónir omanfyri kravið, men síðani, tá ið korona fór at ganga, fellur tað niður móti kravinum.

Eitt av tiltøkunum hjá landsstýrinum var at útseta MVG-gjaldið frá fyrsta ársfjórðingi til triðja ársfjórðing, fyri at lætta um gjaldførið hjá fyritøkunum, meðan samfelagið var afturlatið.

Eisini var freistin at rinda tollgjøld longd. Av tí at óvissan um inntøkur og útreiðslur var so stór í fyrstini, tá oð korona fór at ganga, gjørdi Løgtingið av at læna 1,6 milliardir eyka, tá ið landskassin kortini skuldi endurfíggja eitt lán. Tað eyka lánið varð brúkt til at rinda hallið á fíggjarlógini í fjør og í ár.

Fíggjarmálaráðið metti tá, at undirskotið fór at vera 1,1 milliard í 2020 og 500 milliónir í ár. Landsbankin sigur, at hetta er orsøkin til tað stóra lopið á myndini.

Tilsamans var lántøkan sostatt upp á 2,945 millinónir krónur, har 1,345 milliónir skuldi brúkast til at rinda skuld, sum fall til gjaldingar.

Síðani í juni í fjør, hevur gjaldførið hjá landskassanum ligið millum fýra og og fimm milliardir. Við ársbyrjan í fjør var Gjaldførið hjá landskassanum umleið 600 milliónir hægri enn kravið var og við ársenda í fjør var tað 1,8 milliardir yvir kravið.

Landsbankin sigur, at sostatt er gjaldførið av lántøkuni í juni í fjør upp á tær 1,6 milliardirnar enn tøkt.