Eigur kommunan eina framtíð við møguleikum?

Anja Rein, Valevni Sambandsfloksins í Tórshavn
-----

Øll vilja menning - eingin vil broyting, sigur eitt orðafelli. Eg eri borgari í Tórshavnar kommunu, sum bjóði meg fram sum valevni sambandsfloksins til komandi kommunuval. Eg eri mamma at tveimum børnum og starvist dagliga sum leiðari í stórari fyritøku og eri tí von við eitt arbeiðslív, har broytingar og samstarv hava ein avgerandi leiklut hvønn dag.

Fyri meg eru mest týðandi hornasteinarnir í politiska avbjóðingunum búskapur, vælferð og økismenning.

Kommunan hevur eitt støðugt inntøkugrundarlag, men er tað ein veruleiki, at skuldin seinastu árini er hækkað til umleið 250 mió.kr. Ein vaksandi skuld minkar um virkisfrælsið og hevur sum heild avmarkingar við sær. Aðrar avbjóðingar eru arbeiðsloysið og at fólkatalið í Tórshavnar Kommunu minkar.

Tað hevur týdning, at vit leggja okkum eftir einum miðvísum og skynsomum búskaparpolitikki til at tryggja búskaparlig úrslit, sum hava við sær eitt størri nyttuvirði. Vit skulu gagnnýta møguleikarnar og virka framsøkið mótvegis teimum avbjóðingum, sum eru.

Búskaparpolitikkurin skal gera sítt til, at Tórshavnar kommuna - bæði í fyrstu atløgu og sum frá líður - hevur ein sterkan og frískan búskap, sum kann verða grundarlagið undir einum varandi vøkstri og soleiðis tryggja, at vit eisini í framtíðini kunnu veita borgarunum eina góða og trygga tænastu.

Ein sterkur búskapur er burðardyggur sum merkir, at kommunan hevur eitt fríhald, tá umstøður broytast og vit uppliva sveiggj í búskapinum. Búskapurin skal tryggja eina rótfesta vælferð, sum sæst aftur – tað veri seg í mentan, almanna- og heilsuøki, útbúgving og økismenning.

Ein sterkur búskapur tekur langtíðar atlit, sum tryggja, at vit alsamt megna at fíggja menningarverkætlanir, íløgur og rakstur – við øðrum orðum at vit eisini í framtíðini hava ein búskap, sum kann varðveita eina kommunu, sum fylgir við tíðarinnar krøvum.

Ítøkiliga meti eg, at hesi politisku búskapartiltøk hava týdning at seta í verk komandi árini:

• Langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur
• Endurskoða vakstrarætlanina fyri kommununa
• Fremja virksemisskapandi íløgur

Góð leiðsla og miðvís stýring av kommunubúskapinum tryggjar borgarunum góðar tænastur.

Í býráðnum fari eg at gera mun. Set kross við mítt navn, soleiðis at vit saman kunnu skapa nakað enn betri!