Eigur ikki at kiksa hjá NSÍ

Men talan verður neyvan um beinleysa avgreiðsluuppgávu, tá ið AB, sum spælir fyri lívinum, fer at vitja í Runavík

Tað líður ímóti endanum á hesum kappingarárinum. Tað sæst eitt nú aftur í, at NSÍ sunnudagin fer at spæla fyri triði síðstu ferð í ár á heimavølli.

Gulldreymurin er størri enn nakrantíð, og tað er gulldeymurin eisini. Síðsta sunnudag stóðu teir gulu og svørtu eina tí torførastu royndina á tronga vegnum ímóti FM trónuni. Tí hevði tað verið heilt burturvið, um NSÍ sunnudagin kiksaði á heimavølli ímóti AB, sum hevur ryggin ímóti múrinum.

- Vit fokusera upp á eina avbjóðing í senn, og tað hevur áður víst seg at vera torført ímóti AB í Runavík, verður sagt í NSÍ.

Sipað verður til heimadystin ímóti argjamonnum í 9. umfari. Hann endaði við 2-1 heimasigri, men AB var væl við, og fram ímóti dystarenda stríddust teir fyri at javna.

Á Argjum kendu teir seg sunnudagin við 3-1 heimasigri á KÍ at fáa um endan aftur í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting. Men treytirnar eru harðar. Um AB einki fær við úr Runavík, og um B71 samstundis vinnur í Vági, so verður sannlíkið fyri niðurflyting ógvuliga stórt longu undan fýra teimum síðstu umførunum.

Tá ið NSÍ 12. august var á Argjum, vunnu gestirnir 2-0.