Eigur ikki at fáa deyðadóm

ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, heldur ikki, at Saddam Hussein skal dømast til deyða. Amerikanararnir hava harafturímóti einki ímóti deyðarevsing

Hvørja revsing eigur Saddam Hussein at fáa, tá hann einaferð kemur fyri ein dómsatól?
Tann spurningurin hevur verið dúgliga umrøddur, síðani fyrrverandi einaræðisharrin varð tikin seinasta leygardag. Formaðurin í irakska stjórnarráðnum, Abdel Aziz al-Hakim, hevur sagt, at irakar skulu sjálvir avgera revsingina, og at talan kann verða um deyðadóm.
Amerikanska stjórnin segði longu mánadagin, at hon fer ikki at seta seg upp ímóti einum deyðadómi.
Men tað ger ST. Kofi Annan, aðalskrivari, sigur, at dómstólurin, sum skal døma Saddam Hussein, skal halda seg til altjóða reglur og grundleggjandi siðvenjur.
- ST-dómstólar hava ongantíð dømt nakran til deyða, og sum aðalskrivari fari eg heldur ikki at taka undir við, at tað verður gjørt í hesum førinum, sigur Kofi Annan. Hann hevur boðið irakum løgfrøðihjálp, hava teir tað fyri neyðini.