Eigur Hans Jørgen reytt her?

Video: Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi gjørdi eina rættiliga ógvusliga takkling í dystinum ímóti B36 á ólavsøkudegi.

Fríggjadagin, á ólavsøkudegi, vann Víkingur 2-0 ímóti B36 í Gundadali. Talan var um ein dyst, har B36 skapti størru møguleikarnar, men víkingarnir vóru neyvari frammanfyri málinum og vunnu 2-0.

 

Seint í fyrra hálvleiki, tá ið støðan var 0-0, hevði tað tó væl kunnað hent seg, at Víkingur fór at spæla 10 ímóti 11. Tað var eftir 43 minuttir, at Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi fór í eina nógv ov grova takkling, har Jónas Tór Næs endaði við at fáa eina stempling á ryggin og lá eftirá.

 

Hans Jørgen Djurhuus slapp av stað frá hendingini við einum gulum korti. So er spurningurin, um hann møguliga átti reytt kort.

 

Sí kykmyndina ovast og døm sjálv/ur, um Hans Jørgen Djurhuus átti reytt kort fyri takklingina.