- Meðan Jóhan Dahl sat við vinnumálum, var skrivað í kunngerð 5. august í 2015, at frá 1. januar 2017 verður fyrsta trygdarskeiðið tríggjar vikur til longdar. Hetta fyri at lúka altjóða krøv fyri manning á fiskiskipum. Kravið er ikki galdandi fyri verandi manningar á fiskiskipum.
Tað sigur Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, í lesarabrævi í dag.
Løgtingsmaðurin vísir á, at Føroyar sum fiskivinnutjóð við heimsins besta sjófólki eiga at lúka altjóða krøv fyri manningar á fiskiskipum. Um altjóða krøvini kunnu metast órímilig ella ikki, eru ymiskar meiningar um.
- Sum fiskivinnutjóð eiga vit at leggja okkum eftir, at krøvini ikki forða okkara ungdómum at velja sjólívið. Tí eigur trygdarskeið at standa øllum fólkaskúlanæmingum í boði.
Hann vísir á, at fólkaskúlar, sum hava sjóvinnubreyt, hava longu nú trygdarskeið sum part av frálæruni, og fara teir uttan iva at royna at tillaga undirvísingina, so rúm verður fyri nýggju krøvunum.
- Vónandi finna skúlarnir við sjóvinnbreytunum rúm fyri trygdarskeiðnum, men hetta er ein avbjóðing. Bæði, tá talan er um tíð og pengar.
Jónleif Johannesen sigur, at tað eru fólkaskúlar í Føroyum, sum ikki hava sjóvinnubreyt - oftast, tí teir ikki eru nóg stórir til at bjóða eitt breitt vallærugreinatilboð til næmingarnar.
- Tí eigur trygdarskeiðið eisini at bjóðast út sum starvsvenjing. Starvsvenjingin í fólkaskúlanum hevur til uppgávu at fyrireika næmingarnar til arbeiðslívið eftir lokna skúlagongd. At leingja starvsvenjingina hjá hesum næmingum til tríggjar vikur, eigur at lata seg gera.
Løgtingsmaðurin vísir á, at ein næmingur, sum hevur hug til sjógvin, eigur at kunna velja at brúka sína starvsvenjing til trygdarskeiðið.
- Á tann hátt hevur hann møguleikan at velja sjólívið sum vinnuveg beint eftir loknan fólkaskúla og eisini í summarfrítíðini, um hann hevur hug og møguleika at vinna sær nakrar krónur á tann hátt, sigur Jónleif Johannesen.