Eigur at fáa Nobel

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Al Gore eigur at fáa friðarheiðursløn Nobels. Tað halda í hvussu er norsku politikararnir Børge Brende og Heidi Sørensen. Tey vísa á, at Al Gore hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at sannføra heimsins leiðarar um, at tað er alneyðugt at taka stig, sum kunnu tálma veðurlagsbroytingunum. Somuleiðis hevur hann víst á, at avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum kunnu hótta heimsfriðin. Børge Brende og Heidi Sørensen halda, at kanadiska Sheila Watt-Cloutier eigur at fáa heiðurslønina saman við Al Gore. Hon er inuittur og hevur seinastu árini víst á tær ovurstóru avleiðingarnar, sum veðurlagsbroytingarnar kunnu fáa í tí arktiska økinum.