Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, fór út um mark, tá hon helt eygað við og lurtaði eftir øllum telefonsamskiftinum hjá sosialdemokratiska fólkatingsmanninum Henrik Sass Larsen í samfullar tveir mánaðir. Tað segði fyrrverandi PET-stjórin Hans Jørgen Bonnichsen við danska kringvarpið í gjárkvøldið.
Henrik Sass Larsen skuldi hava ein ráðharrasess í teirri nýggju stjórnini, men PET vildi ikki geva honum ta neyðugu trygdargóðkenningina, sum ein ráðharri skal hava. Orsøkin var, at tingmaðurin hevði havt samband við ein rockara í býnum Køge.
Hans Jørgen Bonnichsen segði við DR, at rættargangslógin sigur, nær PET kann hava eftirlit við einum persóni á tann hátt, sum gjørt er í hesum førinum. Var málið so álvarssamt, sum avlurtingin bendir á, átti løgreglan at havt skuldsett tingmannin fyri langari tíð síðani, segði fyrrverandi PET-stjórin.
Tað er dómsvaldið, sum gevur PET loyvi til eftirlit og avlurting, og Hans Jørgen Bonnichsen ivast ikki í, at her er farið út um mark.Tí mælir hann Henrik Sass Larsen til at fara í rættin við málinum.
-Eg haldi, at hann eigur at umrøða allar møguleikar saman við sakførara sínum fyri at fáa málið heilt upp í Hægstarætt, segði Hans Jørgen Bonnichsen við DR.









