Eigur als ikki at vera tolererað

Norðurlendska ráðharraráðið hevur í vikuni gjørt av at seta tiltøk í verk ímóti net-haturi, sum serliga rakar kvinnur. Føroyski ráðharrin í javnstøðumálum, Johan Dahl, sigur við Sosiali, at Føroyar eisini vera ein partur av hesum átakinum.

Norðurlendska ráðharraráðið hevur í vikuni gjørt av at seta tiltøk í verk ímóti net-haturi, sum serliga rakar kvinnur. Føroyski ráðharrin í javnstøðumálum, Johan Dahl, sigur við Sosialin, at Føroyar eisini vera ein partur av hesum átakinum.

 

– Tað er als ikki í lagi at Liljan Weihe, ella nakar annar, verður hóttur upp á sín kropp á hendan hátt, sigur Johan Dahl í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin.

 

– Sum samfelagið eiga vit als ikki at góðtaka slíka framferð, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í javnstøðumálum.

 

Hann heldur, at tað er ein stórur trupulleiki, at bæði mannfólk og konufólk fáa hóttanir í almenna rúminum á hendan hátt.

 

– Fólk eiga at hava frælsi at virka í sínum starvi, uttan at verða hótt á egnan persón, sigur hann.

 

– Hetta eigur als ikki at vera tolererað, og tað eigur eisini at fáa avleiðingar fyri tey, ið hótta og ikki duga at uppføra seg sømiligt, sigur landsstýrismaðurin, sum fer at arbeiða saman við Norðurlandaráðnum í átaki teirra ímóti nethaturi.

 

– Liljan Weihe er eyka útsett, tí hon er ein kritiskur journalistur. Hon er enntá meiri útsett enn fleiri politikkarar eru. Men tað er als ikki í lagi at hon, ella nakar annar, verður hóttur upp á sín kropp á hendan hátt, sigur Johan Dahl í samrøðu við Sosialin.