Eigur 94 børn við 39 konum

Tað má sigast, at 67 ára gamli Ziona Chana ikki hevur hildið seg aftur í lívinum, tá tað kemur til konufólk.

Hann hevur heilar 39 konur og við teimum hevur hann fingið 94 børn. Og hann hevur ongar ætlanir um at lata seg sterilisera, hóast hann er abbi til 33 abbabørn.

Tey búgva øll saman í indiska partastatinum, Mizoram millum Bangladesh og Burma, skrivar TV2.dk.

Fyri at fáa pláss fyri øllum hevur húsið fýra hæddir og fleiri enn hundrað kømur.

Ziona Chana er – kanska eitt sindur heppi – leiðari av einari sekt, sum loyvir at haava fleiri konur. Og tá giftihugurin var upp á sítt hægsta, giftist hann við 10 kvinnum upp á eitt ár.

Við enska blaðið The Sun hevur hann sagt, at hann framvegis hyggur eftir hóskandi kvinnum at gifta seg við.

Fyri at vaksa um mína sekt fari eg fegin til USA at gifta meg, sigur ótroyttiligi Ziona Chana.

Hann svevur við øllum konunum upp á skift.