Eigil Gunnarsson 85 ár

Fríggjadagin 28. januar 2005 fylti Eigil Gunnarsson í Havn 85 ár.

Eigil er føddur og uppvaksin í Vági. Foreldrini, Inga, f. Jacobsen, og Gunnar Danielsen, vóru bæði ættað úr Søldarfirði, men fluttu umleið 1915 til Vágs. Gunnar var skipari og sigldi út frá Vági. Hann var beiggi Victor Danielsen trúboðara.

Eldru systrarnar Anna Malena (Lena), og Sunneva Maria (Mia) vóru báðar føddar í Søldarfirði, meðan dreingirnir Gunnar, Tryggve, Eigil og Ingolf, vóru føddir í Vági.

Systkini høvdu Danielsen til eftirnavn til 1934, tá tey skiftu til Gunnarsson.

Eigil var sum ungur til skips við pápanum sum skipara, og í 1940 flutti hann til Havnar, har hýruvognskoyring bleiv hansara lívsstarv.

Hann keypti sær ein lastbil og koyrdi lastvognskoyring í Havn eina tíð, áðrenn hann keypti sær sín fyrsta hýruvogn og koyrdi á bilstøðini hjá Hugo Øster.

Seinni fór hann at koyra í Taxa í Lucas Debesargøtu, og var hann ein av stovnarunum av P/F Taxa í 1952, sum í 1955 skifti navn til P/F Auto.

Hann var fyrsti nevndarformaður á støðini og sat í nevndini í mong ár.

Hann koyrdi í Auto, til hann varð 76 ára gamal í 1996, við undantak av árunum frá 1970-78, tá hann passaði bensin- og oljusøluna á støðini.

Eigil giftist í 1951 við Jenny, f. Mikkelsen, av Toftum, dóttir Annu Elisabeth og Magnus F. Mikkelsen, av Toftum. Tey fluttu í nýggj hús við Dalavegin í Havn og fingu tíggjar synir: Magnus í 1952, Gunnar í 1956, og Regin í 1960.

Magnus er giftur við Birgitte, f. Viderø, av Viðareiði, og Gunnar er giftur við Berit, f. Wolles Jensen, úr Havn, teir báðir búgva í Havn, meðan Regin, ið er giftur við Birnu, f. Tyril, úr Norðragøtu, býr í Kollafirði. Abbabørnini hjá Eigil eru átta í tali.

Jenny og Eigil búðu við Dalavegin til síðst í 80-unum, tá tey fluttu niðan í Børkugøtu. Miðskeiðis í 90-unum gjørdist Jenny sjúk og doyði í 1999, 74 ára gomul.

Hóast Eigil er ein stillur og róligur maður, dámar honum væl at koma út millum fólk.
Hann koyrir bil sjálvur og kemur ofta til ymisk tiltøk og til møtir í Ebenezer og Lívdini í Hoyvík. Eisini gongur hann túrar, serliga á Skálatrøð í Vágsbotni.



Mynd: Eli Smith