Eigarin av stolnum bili fær bót

Maðurin, sum fekk bil sín stolnan sunnumorgunin, fær sjálvur bót

Tá ein maður í Villumsgøtu í Havn skuldi fara til arbeiðis sunnumorgunin, var bilur hansara horvin úr túninum.

 

Maðurin boðaði løgregluni frá, sum nakað út á fyrrapartin fann bilin. Tá stóð bilurin parkeraður á Dalavegnum.

 

- Lykilin stóð í bilinum, tá maðurin parkeraði hann leygarkvøldið, og sostatt er onkur bara farin inn í bilin og hevur koyrt eitt petti við honum, áðrenn viðkomandi so hevur sett hann á Dalavegnum. Enn vita vit einki, um hvør hevur stolið bilin, men eigarin fær sjálvur eina bót, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun.

 

At lata bilin standa við lyklum í er brot á ferðslulógina, og tí kann maðurin vænta sær eina bót. 

 

- Tað kemur javnan fyri, at fólk gloyma at taka lyklarnar úr bilinum, og tá hendir tað ofta, at bilarnir verða stolnir, sigur vakthavandi.