Tað er heimasíðan hjá NFL felagnum Tampa Bay Buccaneers, sum Glazer familjan eisini eigur, ið hevur kunngjørt tíðindini fyri løtu síðan.
Glazer familjan keypti í 2005 enska Manchester United fyri áleið sjey milliardir krónur. Keypið hevur fingið nógva umrøðu, tí familjan í stóran mun fíggjaði keypið við lántum pengum.
Malcolm Glazer og familjan keypu í 1995 NFL felagið, Tampa Bay Buccaneers. Í 2005 keyptu teir so Premier League felagið Manchester United, sum síðani hevur vunnið Premier League í 2007, 2008, 2009, 2011 og 2013, umframt at felagið vann Champions League í 2008.