Koyrir tú tær ein túr niðan eftir Sundsvegnum í Havn og niðan móti Berjabrekku, sært tú beinan vegin at farið undir triðja byggistig av eigaraíbúðum á Berjabrekku. Tað er byggimeistarin, Høgni Mikkelsen, ið stendur fyri byggingini, og íbúðirnar ganga sum heitt breyð.
Næstan allar avlagdar
Í Berjabrekku 3 byggistiginum eru 68 eigaraíbúðir, og av teimum eru longu tær 54 avlagdar, sigur Høgni Mikkelsen. Farið varð undir at skriva fólk upp til íbúðirnar um ólavsøkumundið seinasta ár, og Høgni Mikkelsen sigur, at ein rúgva av íbúðunum fóru beinanvegin. Fólk ringdu langa tíð framman undan at farið var undir at skriva upp, sigur byggimeistarin, sum dagliga fær fyrispurningar frá fólki um íbúðir. Áhugin er sera stórur, sigur hann, og fólk spyrja hann eisini um, hvat ið tað næsta verður, sum hann fer í holt við av íbúðarbygging.
Ringu tíðirnar, sum nógv hevur verið tosað um í miðlunum, sigur byggimeistarin seg ikki merkja nakað til, og hann heldur, at fjølmiðlarnar ofta gera tíðirnar nógv verri, enn tær í veruleikanum eru. Sambært Høgna Mikkelsen vísir tað seg eisini, at øll fólkini, ið biða um íbúð, hava fingið fígging og øll onnur viðurskiftir upp á pláss, og hann merkir so einki til, at fólk hava ringt við at fáa fígging.
Nógv tilkomið fólk
Høgni Mikkelsen sigur, at tað eru fólk í øllum aldri, ið hava lagt sær íbúð av, men serliga stórur hevur áhugin verið millum tilkomin fólk, sum eru um tey 50-60 árini. Tó er eisini fitt av ungum fólki, ið hevur biðið um eina íbúð. Eisini eru tað nógv støk fólk, ið hava bílagt sær eina av teimum minnu íbúðunum, sigur Høgni Mikkelsen.
Íbúðirnar eru í trimum støddum. Tær størstu íbúðirnar eru 125 fermetrar, meðan tær smærru eru ávíkavist 63 og 75 fermetrar. Høgni Mikkelsen sigur, at tær størstu íbúðirnar upp á 125 fermetar, ið eru átta í tali, eru allar farnar, og somuleiðis er bróðurparturin av teimum 24 íbúðunum á 63 fermetrar farnar. Sambært byggimeistaranum vísir tað seg, at fleiri og fleiri eru áhugaði í at hava okkurt minni at búgva í, tí tey tíma ikki at hava so nógv at fara um, sigur hann.
Alt liðugt síðst í komandi ári
Arbeiðið við at byggja nýggju íbúðirnar er væl ávegis. Í løtuni er tað betongarbeiði, ið verður gjørt, men um stutt tíð fara timburmenninir eisini í gongd. Fyrstu íbúgvarnir á Berjabrekku 3 flyta væntandi inn í íbúðirnar í heyst, men Høgni Mikkelsen sigur, at tað veldst alt um, hvussu vorðið er við økinum kring íbúðirnar. Hann ætlar ikki, at fólk skulu flyta inn, áðrenn tunga ferðslan við lastbilum og gravimaskinum er av, tí tað kann man ikki bjóða fólki, heldur hann. Tað skal verða hampuligt at koma til og frá íbúðunum, áðrenn nakar flytur inn, sigur byggimeistarin. Alt arbeiði á Berjabrekku 3 verður væntandi liðugt seinast í komandi ári, sigur Høgni Mikkelsen.
Sum sagt er tað Sp/f Høgni Mikkelsen, ið stendur fyri arbeiðinum í samstarvi við Articon, HMP Consult, p/f Einar Mikkelsen, Arkitektavirkið Magnus Hansen, Havnar Timburhandil og Føroya Sparikassa. Arbeiðið upp á Berjabrekku 3 gevur arbeiði til gott og væl 30 mans, harav teir 13 starvast hjá Høgna Mikkelsen sjálvum.