Eiga velduga stórt vinnuøki í Sørvági

Tað eru ikki nógvar bygdir, ið hava so stórt ídnaðarøki, sum Sørvágur hevur á Hálsi, niðan av flogvøllinum.

Tað eru ikki nógvar bygdir, ið hava so stórt ídnaðarøki, sum Sørvágur hevur á Hálsi, niðan av flogvøllinum.

 

- Vit byrjaðu at planera hetta øki í 2006. Síðan eru nakrir vinnubygningar bygdir á økinum, men her er ríkiligt av plássi til nógvar aftrat. Her er púrasta klárt at biðja um grundstykki, og her er planerað og klárt at reisa vinnubygningar.

 

Borgarstjórin vísir á, at ein av bygningunum á Hálsi eigur Vága Bjargingarfelag, og her leiga vit okkum inn við brandstøðini, sum soleiðis húsast undir góðum umstøðum.

 

Sune Jacobsen sigur, at ein annar bygningur á vinnuøkinum er høllin hjá Kristiani Olsen. Henda er 600 fermetrar stór, og umframt at høllin rúmar virkseminum hjá fyritøkuni, skal ein partur eisini leigast út.

 

- Her kemur eisini ein bilaverkstaður at húsast, eins og Akstovan kemur at hava síni egnu høli, har vágafólk aftur kunnu fáa sínar bilar sýnaðar. Í løtuni verður gjørt klárt til at asfaltera kring bygningin hjá Kristiani Olsen.

 

Borgarstjórin sigur, at økið á Hálsi er soleiðis skipað, at tey tyngru tingini líka sum halda til í ovara parti av økinum, og tey meira fínaru, ið eitt nú kunnu snúgva seg um handil, eru oman móti vegnum.

 

- Her er pláss fyri allari vinnu, eisini handilsvinnu, leggur Sune Jacobsen aftrat.