Eiga sum tað fyrsta at fáa russar úr havnum

– Eg eri als ikki vísur í, at russar siga upp fiskiveiðuavtaluna, fyri tað um vit útihýsa russiskum skipum úr føroyskum havnum

Tað sigur Jenis av Rana, fyrrverandi uttanríkisráðharri

Og um russarar gera tað sama, so hevur tað ongan týdning, tí føroysku fiskiskipini fara ikki inn í havnir í Íslandi.

– Eg haldi, at tað hevði verið eitt stig, sum ta fyrsta stigið, at tikið og útihýst russarum úr føroyskum havnum. Latið okkum so taka tað næsta stigið.

– Eg eri heldur ikki bangin fyri tí næsta stiginum, sum hevði verið at siga fiskiveiðusáttmálan upp. So spyrja fólk, hvat so við teimum, sum eru umborð á teimum trimum føroysku trolarunum, sigur Jenis og svarar sjálvur.

– Ein teirra fer at halda fram við at fiska í tí, sum vit eiga í norskum sjógvi. So eru tveir eftir, og tað burdi kunna givið okkum nakað, bara tað, at vit fáa russisku trolararnir úr felags økinum, sum vit hava við Bretland – bretar hava longu koyrt teir út, tað hevði givið okkum so nógva goodwill, at vit kundu fingið okkurt har. Tað veit eg út frá samráðingum, sum eg havi havt við høgar bretskar politikarar á Arctic Forum. Tað hevði stillað okkum heilt øðrvísi í samráðingum við bretar, sigur hann.

Hann vísir á, at vit fiska so óeffektivt í dag, tí vit ikki kunnu fiska makrelin í bretskum øki, har hann er nógv betri. 

– Vit liggja og jagstra makrelin her norðanfyri, tað kostar nógv, og hann makrelurin er nógv verri fyri. Tá høvdu vit havt eitt heilt annað samráðingarstøðið við bretar, og vit høvdu fingið ein heilt annan sáttmála við teir, bæði fyri makrel og svartkjaft. Vit høvdu vunnið stórt, og tað er ikki nakað, eg taki úr leysum lofti, men úr samráðingum við høgar bretskar politikarar. Eg var ikki fiskimálaráðharri, men lovaði at bera boðini, og tað gjørdi eg, men so var tíðin hjá okkum farin í samgonguni, sigur Jenis av Rana.