Hví skal siglingin hjá Smyrli skerjast í vetur? Tað er spurningurin, Johan Dahl nú skal svara í løgtinginum. Tað var í morgun, at tað kom fram, at ein ella tveir túrur hjá Smyrli skal sparast burtur – og longu nú, seinnapartin, er málið endað í løgtinginum. Tað er Henrik Old, sum vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hví ferðaætlanin hjá Smyrli skal skerjast. Í hesum sambandi vísir hann á, at tann 24. oktober 2012 hevði leiðslan á Strandferðsluni fund við tingfólk um játtanina til strandfersluna.
Les eisini: Smyril spara túrar burtur í vetur
- Har víst varð á, at millum annað av nýggjun manningakrøvum fór játtanin til strandferðsluna ikki at halda, og at neyðugt var antin at seta prísin hjá Strandferðsluni upp, ella túraatalið niður.
- Strandferðslan fekk tá at vita frá politiska meirilutanum, at tað hvørki bleiv talan um at seta prísin upp ella túratalið niður, sigur Henrik Old. Tá varð mest hugsað um Teistan. Men nú verður kortini boðað frá, at túratalið hjá Smyrli skal skerjast uppaftur meiri enn tað longu er skert. - Hesar broytingar vóru gjørdar hóast nøgdin av flutningi er voksin munandi seinastu árini.
- Kann tað hugsast, at orsøkin til at samgongan fyri aðru ferð skerjir túratalið hjá Smyrli er tann, at í løtuni situr einki løgtingsumboð fyri Suðuroynna í samgongu, spyr Henrik Old.
|











