Sum partur av yvirtøkuni av eldraøkinum eru Eystur-, Fuglafjarðar-, Runavíkar-, Nes- , Sjóvar-, Eiðis- og Sunda kommunu komnar ásamt um, at Eysturoyar røktar og ellisheim frá 1. januar 2015 verður partur av eldraøkinum hjá Skálafjarðarsamstarvinum, t.v.s. Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum.
Kommunurnar hava samtykt, at sjálvsognarstovnurin verður avtikin pr. 1. januar 2015, og at Eysturoyar røktar- og ellisheim hareftir verður ogn hjá Skálafjarðarsamstarvinum.
Broytingarnar í ognarviðurskiftunum viðføra ongar broytingar hjá búfólkunum á ellisheiminum.