Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, letur heilt væl at gongdini í kommununi, og hann er ikki sørt ovfarin av, at tað gongur so væl fíggjarliga, sum tað í veruleikanum ger í kommununi.
- Hóast vit lækkaðu kommunuskattaprosentið við tveimum prosentum fyri verandi fíggjarár - úr 20,75 niður í 18,75 - eru persónsskattainntøkurnar higartil í ár lutfalsliga lítið minkaðar.
Hann vísir á, at við at lækka skattaprosentið við tveimum prosentum, svarar hetta í veruleikanum til, at kommunan lækkaði inntøkugrundarlagið við umleið 10 prosentum.
- Eftir 1. ársfjórðing í ár var Eiðis kommuna 21.000 krónur aftan fyri skattainntøkurnar somu tíð í fjør, og hetta svarar til minni enn hálvt prosent, sum má sigast at vera ógvuliga lítið í mun til skattalækkingina. Í veruleikanum er talan um eina inntøkuhækking á 9,5 prosent hjá kommununi, sigur hann.
Jógvan í Skorini sigur, at í fíggjarætlanini hjá Eiðis kommunu fyri 2016 verður annars roknað við sløkum tveimum miljónum krónum minni í inntøkum í ár enn í fjør.
- Men, við verandi gongd og framrokningum verður talan bert um einar 80.000 krónur, sum kommunan verður aftur út, tá árið er liðið.
Borgarstjórin vísir á, at tá árið í fjør - 2015 - royndist so væl á persónsskattasíðuni, legði kommunan í fíggjarætlanini fyri árið í ár upp fyri skattalækkingini.
- Longu nú síggja vit, at tað var ein røtt avgerð at lækka skattin - og avgjørt eingin skandala fyri kommununa. Í staðin fyri ein inntøkumiss á 2 miljónir krónur, sum vit løgdu upp fyri við, bendir alt á, at talan í mesta lagi verður um 200.000 krónur - ella kanska bara 80.000 kónur, sum framrokningarnar siga í dag.
Jógvan í Skorini sigur, at Eiðis kommuna í løtuni eigur eina miljón krónur meira á bók, enn kommunan skyldar, tó at nógvar íløgur eru gjørdar.










