Eiga javnan at gera varligar royndir

- Fiskurin er viðkvamur, og tí eiga royndirnar á Føroyabanka at vera varligar, sigur Bjørn Kalsø, framsøgumaður í fiskivinnumálum.

 

In.fo hevur sett floksformonnum og/ ella politiskum framsøgumonnum í fiskivinnumálum spurningin:

 

- Kundi tú hugsað tær, at línuroyndir vórðu gjørdar á Føroyabanka – ella, um hesar heldur skulu bíða, til Havstovan veit at siga, um toskurin er komin aftur á Bankan?

 

- Eg haldi, at varligar royndir við húki javnan eiga at verða gjørdar á Bankanum fyri at staðfesta støðuna hjá toski og øðrum fiskasløgum, umframt tær royndir, sum Havstovan ger.

 

Tað heldur Bjørn Kalsø, framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum í fiskivinnumálum.

 

Hann vísir á, at nakrar royndir vórðu gjørdar við gørnum á Føroyabanka í summar, har tað mesta av veiðini var havtaska og skøta.

 

- Eg haldi, at hesar royndir eisini eiga at halda fram. Fiskurin á Bankanum er viðkvamur, og tí eigur royndin at vera varlig, sigur Bjørn Kalsø.

 

Framsøgumaðurin í fiskivinnumálum heldur, at tað hevði verið hóskandi at gjørt royndirnar við størru útróðrarbátunum í fyrsta umfari við línu og snellu.

 

- Møguliga kundu royndir eisini verið gjørdar við einum av línubátunum undir skipaðum viðurskiftum, um grundarlag vísir seg at vera fyri tí, heldur Bjørn Kalsø.