Samferðslukerv
- Tað er ikki vist, at tað, sum tænir einum øki best, samstundis tænir landinum best. Tí er neyðugt, at vit hava eina samferðsluætlan fyri Føroyar. Tað ber ikki til, at einstaklingar og kommunur í sjálvdrátti stinga út í kortið og fara undir sínar egnu ætlanir. Hesum loyvir skipanin á økinum heldur ikki.
Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, sum eisini er ráðgevi hjá landsstýrismanninum, ið umsitir samferðslukervið, vísir á, at neyðugt er at hava tann samfelagsliga partin í huganum, tá ið nýggjar linjuføringar verða settar út í kortið.
Suboptimering
- Fara einstaklingar og kommunur í sjálvdrátti at stinga út í kortið, kunnu vit skjótt fáa eina sonevnda suboptimering, har hvør dregur til sín.
Stjórin í Landsverki leggur dent á,
at tað als ikki er vist, at tað, sum tænir einum ávísum øki best, neyðturviliga tænir landsvegakervinum best.
- Eg haldi, at kommunurnar í fyrsta lagi eiga at leggja seg eftir teimum kommunalu vegunum, meðan landsvegakervið liggur undir Landsverki, landsstýri og løgtingi, sigur Oyvindur Brimnes, sum heldur tað vera undarligt at síggja tveir borgarstjórar, Sigurd Simonsen og Símun Johannesen, togast um, hvussu landsveganetið eigur at útbyggjast.
Kambsdalstunnilin
Hann hevur sum so ongar serligar viðmerkingar til ætlaninar hjá Fuglafjarðar kommunu um at byggja tunnil úr Kambsdali og inn Millum Fjarða.
- Eg haldi, at vit í fyrsta lagi eiga at taka hædd fyri tí samfelagsliga partinum, tá ið nýggjar linjuføringar verða settar út í kortið á landsveganetinum. Landsverk fer sjálvandi at hyggja upp á ætlaninar hjá fuglfirðingum fyri at finna út av, um hetta er eitt alternativ til ætlaða tunnilin úr Gøtudali, sigur hann.
Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurd Simonsen, hevur líka sum róð uppundir, at byggja fuglfirðingar ein tunnil av Kambsdali og inn Millum Fjarða, verður høgligt at koyra eftir nýggja landsvegnum omanfyri Skála og Strendur og í undirsjóvartunnilin, sum ætlandi skal byggjast undir Tangafirði.
Á henda hátt, heldur borgarstjórin, at Landsverk kundi spart nógvar miljónir í ætlaðu vegagerðini av Gøtueiði og úteftir eystaru síðu á Skálafjørðinum.
Brúgv og tunnil
Oyvindur Brimnes vísir á, at Landsverk hevur skrivað eina frágreiðing um ætlaninar við tunli undir Tangafirði, og í hesi ætlan kemur undirsjóvartunnilin upp á Strondum, samstundis sum Toftir og Strendur verða bundnar saman við eini brúgv, ið verður so høg, at sjálvt stór skip sum Norrøna kunnu sigla undir henni.
Størsta fríhædd undir brúnni verður 51,6 metrar, og størsta spenn verður 174 metrar.
Alternativið til brúgv, er ein tunnil, sum bindir økini saman, men trupult er at leggja tunnilslinjuna, so hon fylgir treytunum til hall og bogar, tí so stutt er yvirum fjørðin. Tunnilslinjan fer eisini at verða rættiliga long í mun til frástøðuna millum Toftir og Strendur.
- Trupult er eisini at finna eitt stað, har tunnilsmunnin fellir væl inn í lendið, sigur stjórin í Landsverki.
Høvuðsæðrin
Í framtíðarætlanini hjá Landsverki liggur eisini, at ein tunnil verður bygdur úr Gøtudali, sum kemur útaftur uttanvert Valaknúkar á Skálafjørðinum.
Oyvindur væntar, at høvuðsæðrin millum Suðurstreym og Norðoyggjar í framtíðini fer at ganga um tunnilin undir Tangafirði, vestara arm á Skálafjørðinum, ætlaða tunnilin inn í Gøtudal og síðan Leirvíkartunnilin og Norðoyatunnilin.
Sosialurin fer at venda aftur til uppritið, sum Landsverk hevur gjørt um tunnilin undir Tangafirði og tilmæltu vegaføringarnar í Suðureysturoy, í komandi viku.










