Eitt valskeið hjá løgtinginum eigur at vera í fýra ár og tað eigur ikki at bera til at útskriva val í ótíð. Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Hann er avgjørt sinnaður at endurskoða stýrisskipanina og at skriva í hana, at tað skal ikki bera til at útskriva løgtingsval í ótíð. - Vit kunnu vera ósamd um ymiskt, men tað er ikki ræt at stinga halan ímillum beinini, tá ið ein ósemja stingur seg upp, sigur hann. - Tað er ov lætt, leggur hann afturat.
Annars skal løgtingsval vera aftur í seinasta lagi 29. oktober næsta ár, og løgmaður ætlar heldur ikki, at tað skal vera fyrrenn tá.
- Eg trúgvi upp á, at valskeiðið er fýra ár, tí eg trúgvi upp á støðufesti. Vit skulu hugsa okkum ómetaliga væl um, áðrenn vit senda landið í stjórnarloysi, tí tað tað elvir til ótryggleika.
Løgmaður sigur, at tað kann taka embætisverkinum upp til eitt ár at laga seg til eina nýggja samgongu, og tí er tað avgjørt ikki rætt at útskriva val í ótíð.
- Tað førir ikki til støðufesti, leggur hann afturat.
- Skulu vit hava val í ótíð, er tað ógvuliga torført at fáa samanhang í tað politiska arbeiði, og tað gagnar ikki samfelagnum, sigur løgmaður.
- Tí skal løgtingsval bara vera fjórðahvørt ár. Tað er eisini tað, veljarin hevur valt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
|