Eiga ikki at skapa ein triðja arbeiðsmarknað

Bjørgfríð Ludvig, sum starvast í Vinnuhúsinum, heldur, at tey brekaðu so vítt sum gjørligt mugu integrerast á "vanliga" arbeiðsmarknaðinum og á jøvnum føti við onnur starvsfólk
<DPTAB>    - Nøkur kunnu eftir eina royndartíð loysa uppgávur á jøvnum føti við onnur, meðan onnur møguliga skulu hava eina varda skipan restina av arbeiðslívinum

Handikappdagur

Bjørgfríð Ludvig segði eisini nøkur orð á altjóða handikappdegnum í Almannaráðnum, 3. desember. Hon viðgjørdi spurningin: Hvørjar møguleikar hevur ein persónur við breki á privata arbeiðsmarknaðinum?
Hon helt, at hesin spurningur kann svarast einfalt:
- Tað snýr seg um at skapa pláss fyri fólkum við breki.
Bjørgfríð segði, at spurningurin um møguleikarnar hjá hesum fólkum ikki hevur verið nógv umrøddur.
- Eg haldi ikki, at fólk við breki kunnu gerast upp sum ein bólkur, tí brekini og førleikin kunnu vera so ymisk.
Hon helt, at endamálið má vera at integrera fólk við breki á "vanliga" arbeiðsmarknaðinum so vítt sum møguligt og á jøvnum føti við onnur starvsfólk.
- Nøkur kunnu eftir eina royndartíð loysa uppgávur á jøvnum føti við onnur, meðan onnur møguliga skulu hava eina varda skipan restina av arbeiðslívinum.
Bjørgfríð helt, at tað ber til at fáa fleiri brekaði út á vanliga arbeiðsmarknaðin, men neyðugt er við karmum, soleiðis at fólk kunnu fara út á arbeiðsmarknaðin og eitt nú í styttri tíð fáa løn frá tí almenna ? ella varðveita sína pensjón.
- Ofta gera vit ein top-down politikk, har vit seta tað stóra apparatið í gongd. Men her kundu vit møguliga heldur valt eina praktiska loysn.
Hon helt, at ein máti at loysa hetta uppá, kundi verið, at ein persónur varð settur sum millumlið millum tey brekaðu og virkini.
- Ein háttur kundi verið at vitjað virkini og kannað eftir, hvør tørvurin er.
Bjørgfríð helt, at ein sonevnd gummu ella gubbaskipan kundi verið, har ein persónur á arbeiðsplássinum kann taka ábyrgd av tí brekaða og hjálpa og vegleiða viðkomandi, og integrera tann vinnuskerda sosialt á arbeiðsplássinum.
- Tað almenna kundi í eitt stytri tíðarskeið rindað lønina hjá hesum fólkum í einar 3-6 mánaðir. Eftir hetta kundi arbeiðsgevarin so mett um, hvørt tann brekaði kann vera verandi ella ikki.
- Vit mugu ansa eftir ikki at skapa ein triðja arbeiðsmarknað fyri tey, sum ikki kunnu fara til arbeiðis á jøvnum føti við onnur starvsfólk.
Hon helt, at ein avtala kundi verið gjørd við fakfeløgini um, at tann brekaði tekur sær av tí, sum viðkomandi nú einaferð dugir til, og síðan kundi hesin fingið løn í mun til dygdirnar.
- Talan kundi eitt nú verið um hálva løn, men slíkt eigur at metast um í hvørjum einstøkum føri.
Bjørgfríð harmaðist um, at fakfeløgini ofta síggja slíkar
skipanir sum eina hóttan.
- Tí er neyðugt, at feløgini eru væl kunnaði um tað, sum gjørt verður.
Bjørgfríð Ludvig, sum umboðaði Vinnuhúsið, harmaðist um, at fakfeløgini ikki vóru við á fundinum, altjóða handikappdagin, 3. desember.