Eiga ikki at draga kappingina út í oktober

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Dánjal á Lakjuni hjá ÍF heldur, at fleiri dystir mugu spælast í bestu tíð

Tað er ikki rætt, at landskappingin verður drigin langt út í oktober mánað. Tað heldur miðvallarin hjá ÍF, Dánjal á Lakjuni, sum heldur, at nøkur fleiri umfør áttu at verið spæld tað bestu tíðina av árinum, tá veðrið og ljósið er til vildar. At spæla so tíðliga, sum í mars, og so seint sum í oktober er tað "reina bingo" við veðrinum, sambært Dánjali á Lakjuni.

 

Dánjal á Lakjuni heldur eisini, at tað er rættiliga ómotiverandi hjá fleiri liðum at møta til venjingar langt út í oktober mánað, tá ein einki hevur at spæla fyri. Teir fara tó at hanga í og gera sítt ítarsta í teimum báðum seinastu dystunum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Dánjal á Lakjuni, sum kom á vøllin í seinna hálvleiki, tá ÍF spældi javnleik 1-1 ímóti Skála í Fuglafirði í dag.