Eiga ikki at bíða meiri

- Samráðingarnar, sum nú verða millum strandalondini um býtið av makrelinum, eiga at verða tær seinastu. Umráðandi er, at kvotan verður ásett og útlutað sum skjótast, so til ber at leggja fiskiskapin til rættis, sigur Felagið Nótaskip

Felagið Nótaskip hevur savnað saman tilfar frá ymiskum myndugleikum um makrelfiskiskapin í fjør, og við hesum sum grundarlagi hevur felagið víst á, hvat makrelfiskiskapurin gav í undanfarna ári. Nú ein nýggj vertíð stundar til, heldur felagið tað vera rætt at gera støðuna upp. Framløga hevur verið fyri politisku myndugleikunum, og mánadagin skipað felagið so eisini fyri framløgu á Parnassinum á Hotel Hafnia, sum var fyri fjølmiðlafólki.
Tað var Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskipum, sum hevði framløguna, og saman við sær á Parnassinum hevði hann tvey umboð fyri felagið, Kristian Martin Rasmussen og Anfinn Olsen, sum báðir eru nótaskipareiðarar.

Neyv greining
Jógvan Jespersen hevði í síni framløgu eina neyva greining av, hvussu kvoturnar vórðu býttar millum ymisku skipabólkarnar í fjør, hvør keypti kvotur, sum vórðu seldar, hvat hvør skipabólkur fiskaði, hvussu prísirnir lagaðu seg, og hvør tók ímóti makrelinum – ávikavist á landi og á sjógvi. Talvur søgdu, hvussu nógv er landað til móðurskip, hvussu nógv er landað til matna á landi, og hvussu nógv er landað til ídnað í Fuglafirði.
Niðurstøðan hjá Felagnum Nótaskipum er, at samlaða avreiðingar-og søluvirðið av makrelinum í 2011 var 736 miljónir krónur, og leggja vit uppboðssølugjald til útlendsk móðurskip aftrat, sum var 53 miljónir krónur, kemur talið upp á tilsamans 789 miljónir krónur.

Skjótast gjørligt
Felagið Nótaskip kom eisini við nøkrum tilmælum ella ynskjum til myndugleikarnar, og eitt av hesum er, at tær samráðingar, sum nú verða millum strandalondini um býtið av felagskvotuni, eigur at verða tað seinasta, áðrenn kvotan verður ásett.
- Umráðandi er, at kvotan verður ásett og útlutað sum skjótast, so til ber at leggja fiskiskapin til rættis.
Felagið heldur eisini, at fiskiskapurin eigur at verða lagdur soleiðis til rættis í 2012, at sum mest verður fiskað av makreli fyri ein so góðan prís sum gjørligt.
- Makrelurin eigur eisini at verða fiskaður við skipum, sum eru egnað til hesa veiði, sigur Felagið Nótaskip.

Stuðla landsstýrinum
Jógvan Jespersen segði annars í síni framløgu, at Felagið Nótaskip stuðlar Føroya landsstýri og Fiskimálaráðnum í stríðnum um rættvísan part av makreltilfeinginum.
- Eftir, at Føroyar fyrstu ferð ásettu sær eginkvotu, hava vit stuðlað Fiskimálaráðnum í strembanini eftir einum frægari kvotuparti enn tað, sum Føroyar høvdu eftir gamla býtinum, segði stjórin í Felagnum Nótaskipum.