Eiga grønasta reinsi-og skiljiverk í Skandinavia

Um tað fer at vísa seg, at leivdir av betongi tæna jørðini sum kálk, kunnu tey hjá J&K Betong siga, at reinsi-og skiljiverkið hjá fyritøkuni er eitt 100 prosent endurvinningarverk.

 

J&K Betong er stórveitari av betongi, og saman við Løvubetong hevur fyritøkan havt og hevur framvegis veitingar til bygging av stóru verkætlanini við Sandoyartunlinum. Sama var við byggingini av Eysturoyartunlinum, tá feløgini eisini deildust um veitingarnar av betongi. Bæði J&K Betong og Løvubetong eru góðkendir veitarar sambært norskum krøvum, og hetta er eisini orsøkin til, at tað eru hesi bæði feløg, sum eru veitarar til bygging av undirsjóvartunlum.

 

Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, dylur ikki fyri, at hann er errin av tí virksemi, sum fyritøkan hevur við betongi. - Vit hava bygt upp eitt reinsi-og skiljiverk fyri meira enn seks miljónir krónur. Tað er soleiðis, at umleið fimm prosent av betonginum, sum fer út til okkara viðskiftafólk, kemur aftur sum spilla. 

Hann vísir á, at hetta er tað, sum í miðal liggur eftir, tá bilarnir koma aftur. - Áðrenn vit bygdu okkara reinsiverk, endaðu leivdirnar á góðkendum tyrvingarplássi hjá brennistøðunum.

 

Nú verður sandur og skervur vaskaður burtur úr betonginum og endurnýttur, og hetta sparir fyritøkuni fyri umleið eitt skip úr Noregi við tilfari um árið. - Vit hava eisini brúkt avlopsbetong til at stoypt sonevndar legoklossar, sum vit síðan hava selt til garðar ella stuðlamúr upp fyri bergi, so tilfar ikki rýður niður. 

 

Steinolvur Petersen sigur, at tað serliga er seinastu tvey árini, at fólk hava fingið eyguni upp fyri møguleikanum at keypa klossar úr betongi, ið kunnu setast saman sum lego. - Í dag síggi eg, at tað var rætt av okkum at gera íløguna í reinsi-og skiljiverkið. Hetta er eitt arbeiði, sum hevur verið í gongd í nøkur ár, og eg trúgvi, at vit í dag hava grønasta reinsi-og skiljiverk í Skandinavia. Mong eru ovfarin av hesum, sum vit hava gjørt, og at vit eru so langt framman fyri tey krøv, sum verða sett fyri slíkum virksemi, leggur hann aftrat.

 

Veitingarnar av betongi hjá J&K Betong hava verið nógv størri enn vanligt, síðan byggingin av Eysturoyar-og Sandoyartunlunum byrjaði. - Taka vit árið í fjør, leveraðu vit 30.000 rúmmetrar av betongi, men veitingarnar eitt vanligt ár, áðrenn farið varð í holt við tunnilsbyggingarnar, lá um einar 8000 til 9000 rúmmetrar um árið.

Steinolvur Petersen sigur, at kapasiteturin til blanding er stórur, og útkoyringin er eingin trupulleiki. - Fyrr í ár vantaði sement, og her vóru stórar príshækkingar. Hetta er ikki haldbart fyri nakran, og eg vóni, at prísirnir á betongi koma niður á eitt normalt støði aftur.

Stjórin vísir á, at hóast príshækkingar, hevur J&K Betong roynt at hildið prísin á einum líkinda støði. Hetta hevur borið so nøkulunda til, tí veitingarnøgdirnar hava verið so stórar. - Hetta er so eisini komið til góðar hjá smákundunum, sum vit vilja gera alt fyri at varðveita. Men, um prísgongdin ikki broytist, kunnu vit rokna við ávísum príshækkingum í komandi ári, leggur hann aftrat.

 

J&K Betong er eisini við í einari spennandi royndarverkætlan saman við Umhvørvisstovuni og Búnaðarstovuni. Verkætlanin snýr seg um at endurvinna slammi, sum kemur úr betongbilunum. - Við okkara reinsi-og skiljiverki vaska vit ikki bara sandin og skervin úr betonginum. Betongið, sum er eftir bilinum, fer niður í brunnin undir anlegginum. Her heldur ein propell lív í sementinum, so tað ikki harðnar í brunninum. Síðan hava vit eina bingju uppi í erva, har vit hava eina filturpressu, sum ger sonevndar slam-køkur, sum tey rópa tær, sigur Steinolvur Petersen.  

Slam-køkurnar hava nógv kálk í sær, og nú verður kannað saman við Umhvørvisstovuni og Búnaðarstovuni, um kálkið kann brúkast í føroyskum landbúnaði.

 

Búnaðarstovan hevur latið fýra jarðarstykki á 1000 fermetrar hvørt til royndirnar, sum nú eru í gongd. Á tað eina stykkið verður bara koyrt kálk á. Á eitt annað verður koyrt kálk og taðing. Eitt verður bara taðað, og hitt seinasta verður órørt. - Sum tíðin gongur verða nýggjar jørðroyndir tiknar av øllum fýra stykkjunum fyri at vita, hvør munurin verður - og fyri at vita, um jørðin hevur tikið nakað til sín av kálkinum og øðrum, sum er í. 

 

Steinolvur Petersen sigur, at reinsi-og skiljistøðin hjá teimum soleiðis er grøn allan vegin ígjøgnum og tað einasta, sum nú vantar, er at finna út av, um sonevndu køkurnar kunnu brúkast til landbúnaðarjørðina, sum skríggjar eftir kálki. 

 

Um tað fer at vísa seg, at leivdirnar av betonginum tæna jørðini, kunnu tey hjá J&K Petersen siga, at reinsi-og skiljiverkið hjá fyritøkuni er eitt 100 prosent endurvinningarverk, har tey endurvinna sandin, skervin og støvið frá kálkinum, sum kemur úr betonginum.  

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er serblað um byggivinnu, og her eru fleiri áhugaverdar samrøður og frásagnir um ymiskt, sum rørist innan byggivinnuna í Føroyum. Í serblaðnum verður eisini hugt upp á ymiskar íbúðarverkætlanir, sum eru í gongd í løtuni, eins og skift verður orð við timburhandlar, bankar og onnur um prísir og bygging.