Eiga enn mál til góðar

Á pappírinum man oddaliðið úr HB vera størsti favoritturin hetta umfarið, nú EB/Streymur kemur á vitjan

Hóast teir nú mugu roknast sum fast innbúgv í fremstu føroysku fótbóltsdeildini, so hevur EB/Streymur enn til góðar at órógva HB, tá spælt verður í Gundadali. Á heimavøllinum á Mølini hevur annars skorist væl í so máta, men enn hava teir á samansetta liðnum ikki fingið somikið sum eitt mál í Gundadali móti teimum reyðu og svørtu.

Læna málverja úr B36
Setningurin hesaferð verður tó at gera nakað við keðiligu hagtølini, men tað ber illa til at siga, at fortreytirnar fyri hesum eru optimalar.
Givnu umstøðurnar hava havt við sær, at tað hevur verið avmarkað við venjingum seinastu vikuna, og hartil skal felagið hava nýggjan málverja, nú Gunnar á Steig sleit hælsinuna. Her er avtala gjørd við Rene Tórgarð um, at hann skal verja málið, men hann kemur undir reglurnar fyri áhugaleikarar, og tí skal hann fyrst hava ein mánað uttan dystir fyri AB, sum hann hevur spælt fyri í ár.
Loysnin her tykist tó vera, at Magnus Poulsen, sum í ungdómsárunum plagdi at kappast við Rene á ymsu B36-liðunum, verður læntur frá B36 í eini tvey umfør. Sum skilst, so eru feløgini komin ásamt um, hvussu hetta skal gerast, og verður spæliloyvið avgreitt á FSF-skrivstovuni fríggjadagin, er helst einki, sum forðar fyri hesi avtaluni.
Í HB hava áskoðararnir kanska ikki verið heilt nøgdir um spælið í øllum dystunum í ár, men úrtøkan hevur tó verið á eini leið. Í øllum førum er meistaraliðið nú at finna har, sum tey vilja halda til, og ongar sum helst ætlanir eru um at sleppa oddasessinum, skilst.
Til dystin hesa ferð hevur HB allar mans tøkar. Páll M. Joensen fer næsta mánaðin at spæla við NSÍ, men við einum Heine Fernandez, sum nú er um at koma fyri seg, skuldi tað neyvan verið nakar trupulleiki hjá HB.