? Tað er skeivt, at Føroyar eru við í Norðurlandaráðnum, bert fyri at fáa nakað burturúr. Samstundis, sum vit fáa pening frá ráðnum, eiga vit eisini at gjalda til ráðið.
Høgni Hoydal heldur tað vera keðiligt, at Føroyar ikki eru beinleiðis gjaldandi limir í Norðurlandaráðnum. Orsøkina sigur hann vera, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og tí luttaka sum partur av Danmark, uttan sjálvstøðugan atkvøðurætt og uttan at gjalda limagjald.
Verða Føroyar sjálvstøðugir limir, merkir hetta, at vit skulu gjalda eitt limagjald, ið liggur millum 1,5 til 1,8 milliónir. Somuleiðis krevur hetta eisini, at vit eisini einaferð skulu hava formansskapin í øllum teimum mongu ráðunum innan Norðurlandaráðnum.
Høgni Hoydal sigur, at tað sjálvsagt verður torført hjá føroyingum at útfylla hesar formansskapir. Men hann vísir á, at Ísland hevur roynt hetta, og tað gekst væl. Ísland mannaði tá teir formansskapirnar, tað kundi mannað, og síðani lat tað restina av formanssessunum til Svøríki.
Nøkulunda soleiðis heldur Høgni Hoydal, at Føroyar kundu borið seg at, fingu vit sjálvstøðugan limaskap.










