Klaksvík: Hóast ein stór ætlan dettur niðurfyri, er ikki vist av tað bert verða negativar avleiðingar av hesi orsøk!
Nógv umtalaða miðbýarætlanin í Klaksvík datt handilsliga niðurfyri, men hetta merkir kortini ikki at fólk eru fallin í fátt av hesi orsøk.
- Tað ljóðar kanska løgið, men ein kann eisini síggja hetta við positivum brillum: Tað er helst onga aðrastaðni í heiminum at vit hava møguleika at menna okkara miðbý við góðum og kreativum hugskotum.
- Tað snýr seg í roynd og veru um, at ein megnar at blanda kortini á rættan hátt, soleiðis at úrslitið verður hitt allarbesta, sigur Jóhann Lützen, sum hevur høvuðsábyrgd av samskiftis- og kunningarøkinum hjá Klaksvíkar kommunu.
Hóast ætlanin ikki verður framd júst soleiðis sum ein í fyrstu syftu ímyndaði sær, er framvegis gongd í málinum. So seint sum í hesi vikuni var ein av arkitektunum handan ætlanina at gera eina nýggja heildarætlan fyri miðbýin á vitjan.
- Her hendir øgiliga nógv beint nú innan byggivirksemið, og í næstum verður hol sett á fleiri stórar ætlanir, sigur ein bjartskygdur Jóhann Lützen.
Myrk skýggj
Í Klaksvík hava altíð búð fólk við dirvi og áræði, og sum hava torað at taka stórar avgerðir og fíggjarliga tung tøk, tá hetta var neyðugt.
Hesa gongdina hava fólk í býnum mangan sæð, og tað var millum annað hetta sum gjørdi sítt til, at býurin reisti seg so skjótt aftur eftir herviligu kreppuna fyrst í 90’unum, og sum eisini fekk stóra ávirkan á lívæðr teirra, fiskivinnuna.
Tað var týðiligt at síggja, at klaksvíkingar og norðoyingar vildu tað øðrvísi enn restin av landinum. Tað var sum um hugburður teirra var, at hetta vilja vit megna sjálvi.
Eitt úrslit av hesum var tí, at stóra flakavirkið í býnum ikki fór upp í Fiskavirking eins og so mong onnur, hóast hetta sá út til at vera einasta gongda leiðin tá. Líkt var til, at klaksvíkingar funnu seg ikki í øllum!
- Nú standa vit aftur yvirfyri stórum avbjóðingum. Myrk skýggj síggja út til at hanga yvir høvuðsvinnu okkara, men satt at siga vænti eg eisini, at vit fara at koma ígjøgnum hetta.
- Tað hevur víst seg, at vit her norðuri eru skjót at finna loysnir, og at ein veruliga er uppsettur uppá at klára seg sjálvan – og tað fara vit eisini at gera hesaferð, sigur Jóhann Lützen avgjørdur.
Hetta sær ein ikki minst aftur í ætlanunum í havnini í Ánunum, teirri sonevndu Norðhavnini.
Einki ferðamannaskip
Norðarlaga í býnum hevur ein í longri tíð arbeitt við at gera eina veruliga havn við denti á fiskivinnu, ferðavinnu og farmavinnu, har skip í øllum støddum kunnu leggja at. Hvør veit, kanska fer eisini ein partur av oljuvinnuni at liggja her.
Norðhavnin hevur longu staðið sínar royndir, tí her hava bæði ligið Norröna, flakatrolarar, farmaskip og seismikk-skip.
Tað harmar kortini Jóhann Lützen, at ikki eitt einasta ferðamannaskip kemur til Klaksvíkar í summar.
- Ja, tá eg hoyrdi tíðindini um at ferðamannaskip bert koma til Havnar og Runavíkar í ár hugsaði eg og ivaleyst fleiri við mær: »Tað kann ikki vera rætt!«
- Eg meini so við – vit hava tryggastu havnina í Føroyum, og so verður hon ikki troytt nøktandi. Tað eru fá skip sum ikki kunnu liggja her bæði trygt og gott. Ja, hetta er ikki rætt, sigur hann avgjørdur.
Inneftir og úteftir
Men vón er fyri stavn. Í hesum døgum verður lýst eftir stjóra til Klaksvíkar Havn, og verður hansara uppgáva at menna og selja havnina, og ikki minst at mynda havnina bæði inneftir og úteftir.
Í lýsingini verður sagt, at stórar og spennandi útbyggingar geva havnini nýggjar menningarmøguleikar og møguleikar fyri inntøkum. Avbjóðingin er tí snøgt sagt at gera brúk av hesum nýggju og góðu karmunum í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara.
- Tað liggur eitt ótrúliga stórt potentiali í havnini, men ein hevur kanska hugsað ov lítið um hvussu ein skal marknaðarføra hesa. Hetta fer ein nýggjur stjóri at gera sítt til at broyta. Men longu nú er eitt gott arbeiði gjørt fyri at fáa ferðamannaskip hendavegin.
- Tí vænta vit at tað fara at koma fleiri ferðamannaskip longu komandi ár og onnur ár, sigur Jóhann Lützen.
100 ár
Klaksvík er tó ikki bert fiskivinna. Skal ein taka nøkur stikkorð fram, kann ein somuleiðis nevna mentan, sang, tónleik, ítrótt og samkomulív.
Í ár verður serliga mentanardeildin sett í depilin, nú Klaksvík kann hátíðarhalda 100 ára dag sín í summar. Hetta tiltakið verður samansjóðað við væl umtókta Sjómannadegnum í august mánaði.
- Ætlan okkara er, at hesi bæði tiltøkini skulu hoyrast, síggjast og upplivast, sigur Jóhann Lützen íðin.
Kommunan hevur í roynd og veru longu sett hol á hesa markeringina, við tað at umboð fyri allar vinabýir teirra í Norðurlondum hava verið ella koma á vitjan í Klaksvík.
Í hesum døgum vitja umboð fyri vinarbýin Tampere í Finlandi, og hava sett dám á býin við bæði tónleiki, Mumi-trøllum og øðrum.
Men til stóra hátíðarhaldið í august koma politikkarar úr øllum fimm vinarbýunum hjá Klaksvík – Odense í Danmark, Norrkøping í Svøríki, Tróndheim í Noregi, Sisimiut í Grønlandi og Kópavogi í Íslandi.
- Ætlanin er tá at dagføra hetta samstarvið, og samstundis gera onkrar yvirlýsingar um, hvussu vit kunnu menna hetta samstarvið enn meiri í framtíðini, sigur Jóhann Lützen.