- Vit vilja varpa ljós á námsfrøðina og námsfrøðingarnar, ið samfelagið jú ikki kann vera fyri uttan, men sum vit halda í alt ov stóran mun verða tikin sum ein sjálvfylgja.
Tað sigur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen, við heimasíðuna hjá felagnum, nú tey eru farin undir eitt serligt lýsingaátak við heitinum "Nú larma vit".
- Vit pedagogar møta nógvari vælvild og samhuga millum fólk, og føgur orð frá politikarum tróta ikki. Men orð eru ókeypis, og veruleikin vísir, at virðismetingin av námsfrøðingunum og námsfrøðini langt frá er í samsvar við føgru orðini, sigur Maud Wang Hansen.
- Námsfrøðingarnir eru ein absoluttur láglønarbólkur í Føroyum, tó at vit líta teimum til at taka sær av okkara børnum ein stóran part av uppvøkstrinum, og at taka sær av og vera um tey av okkum, ið hava serligan tørv.Kortini arbeiða okkurt um 2000 føroyingar sum pedagogar og pedagogisk hjálparfólk. Tí tey brenna fyri námsfrøðini og námsfrøðiliga arbeiðnum. Men allir logar doyggja fyrr ella seinni, um ikki nørt verður afturat teimum. Føgur orð einsamøll geva okkum ikki mat á borðið og tak yvir høvdið, og tey bøta ikki um okkara arbeiðsumstøður, slær Maud Wang Hansen fast.
- Verður ítøkiliga virðismetingin av námsfrøðini hinvegin verandi á sama lága stigi sum nú, er sannlíkt, at støðugt fleiri námsfrøðingar taka til rýmingar. Hendir tað, fer tað at gera vandamiklu støðuna, føroyska samfelagið longu er í viðvíkjandi fólkafráflyting, til eina vanlukku. Tí stóri kjarnin í okkara hópi er kvinnur í burðarførum aldri. Og júst hesin bólkurin er størsti vandabólkurin í skeivu gongdini við øktari fráflyting, sigur forkvinnan.
- Lyftini og føgru orðini tróta ikki, men onki verður framt í verki. Vit vilja broyta hetta, millum annað við at lyfta virðingina fyri námsfrøðini, sigur Maud Wang Hansen.
Til ber at lesa meira á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum her