Eiga at venda aftur til skúlanevndirnar

Foreldur vísa sera lítlan áhuga fyri skúlaastýrisskipanini. Vit eiga at venda aftur til ta gomlu skipanina við skúlanevndum, heldur Jógvan á Lakjuni -Vit eiga at venda aftur til gomlu skipanina við skúlanevndum, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á lakjuni, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Jóggvan á Lakjuni sigur, at tað er greitt, at verandi ksipan virtkar ikki, sum hon skal, og at tað tí er neyðugt at finna onkra aðra loysn. Sjálvur heldur hann, at vit eiga at venda aftur til ta gomlu skipanina,

tá serligir skúlanevndarlistar vórðu gjørdir, og valt varð, samstundis sum kommunval var.

Jógvan á Lakjuni heldur eisini, at tað er skeivt, at tað bert eru foreldur sum eiga børn í skúlaaldri, sum sleppa at velja. Eftir hansara tykki eiga fólk, sum hava áhuga fyri skúlanum, at hava møgulaikan at sleppa í skúlanevndina, sjálvt um tey ikki hava børn í skúlaaldri.