Tað heldur fyrrverandi uttanríkisráðharrin Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, sum eisini er fyrrverandi formaður í stjórnarflokkinum Samfylkingini. Við Fréttablaðið sigur gon, at stjórnarsamgongan og andstøðan eiga at seta seg saman at manna eina politiska semingsnevnd, sum skal leiða samráðingarnar um Icesave-málið.
Fyrrverandi uttanríkisráðharrin og floksformaðurin sigur, at tað er umráðandi, at semingsnevndin fær fulla undirtøku og fulltrú frá stjórnini og Altinginum til at gera semju við bretar og niðurlendingar um Icesave. Og tað skal gerast beinanvegin, sigur hon.
Hin møguleikin er, at fólkaatkvøðan tekur undir við samtyktini, sum Altingið gjørdi hann 30. desember, men tann loysnin fer at elva til størri spjaðing innanlands heldur enn at savna, sigur Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, sum fór burtur úr politikki fyri einum ári síðani, tí heilsan sveik.