Eiga at taka støðu til ES

Bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, heldur, at bretar eiga at fáa møguleikan at siga sína hugsan um, hvussu sambandið millum Bretland og Evropasamveldið skal vera í framtíðini.

Í samrøðu við blaðið Daily Telegraph væntar kortini ikki, at teir báðir stjórnarflokkarnir, tey konservativu og liberalu demokratarnir, fara at taka undir við at hava fólkaatkvøðu um bretska ES-limaskapin.

William Hague sigur við Daily Telegraph, at eftir hansara tykki eigur Bretlandi at verða verandi í ES, men at tað er ymisk óheppin viðurskifti, sum ávirka gerandisdagin hjá bretum.