Allar avgerðir í ES eiga at verða tiknar við vanligum meiriluta, og tað er skeivt, at lond hava sýtingarrætt, tí tað forðar øllum royndum at samskipa reglurnar í limalondununm.
Tað sigur lógarkommiserurin, Viviane Reding, við tíðindatænastuna Euobserver.com.
-Tíðin er farin frá skipanini í sýtingarrætti í ráðharraráðnum, og vit eiga heldur at brúka skipanina við vanligum meirluta, sigur kommiserurin.
Hon ásannar, at skal sýtingarrætturin takast av, fer tað at krevja broytingar í ES-sáttmálunum, og at tað verður torført at fáa undirtøku fyri tí frá londum sum Bretlandi, Írlandi og Luksenburg, haðani hon sjálv er ættað.