Helmingurin av teimum íslendsku veljarunum halda, at stjórnin eigur at steðga samráðingunum við ES um limaskap í samveldinum. Tað vísir ein nýggj meiningakanning.
Í kanningini siga 50,5 prosent av teimum spurdu, at stjórnin eigur at taka umsóknina um limaskap aftur. 35,3 prosent vilja hava samráðingarnar at halda fram, og 14,2 prosent eru hvørki fyri ella ímóti.
Meiningakanningin varð gjørd í døgunum 10. til 14. november, skrivar Vísir.