Eiga at styðja egnan landsstýrismann

Tingmenninir hjá Sambandsflokkinum eiga at taka undir við teimum uppskotum, sum landsstýrismenn floksins leggja fyri Løgtingið Tað sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, við Útvarpið, eftir at tríggir tinglimir í Sambandsflokkinum í gjár atkvøddu fyri einum broytingaruppskoti til lógina um vinnuligan fiskiskap.

Broytingaruppskotið gekk ímóti uppskotinum, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevði lagt fram. Broytingaruppskotið var frá fýra tingmonnum, teirra millum sambandsmanninum Johan Dahl.

Kaj Leo Johannesen sigur, at málið verður tikið upp á fundi í tingbólkinum, sum verður í Suðuroy um vikuskiftið.