Eiga at strika skuld hjá grikkum

Lond, sum hava lænt Griklanandi pengar, eiga at strika ein part av skuldini fyri at hjálpa landinum aftur á føtur. Tað heldur Jean-Claude Juncker, sum er forsætisráðharri í Luksenburg og formaður fyri fíggjarmálaráðharrunum í ES.

Í samrøðu við fjølmiðlar í Eysturríki í gjár vísti Juncker á, at bæði bankar og privatir fíggjarstovnar eru gingnir við til at strika ein part av tí, sum teir eiga til góðar hjá grikkum, og tí eiga stjórnirnar at umhugsa at gera tað sama.

Evrulondini og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava mett, at Grikkaland kann klára eina skuldarbyrðu, sum er 120 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu, og Jean-Claude Juncker sigur, at skal skuldin koma niður á tey 120 prosentini, noyðast fleiri lond at strika grikska skuld. Tað er ikki nóg mikið, at bankarnir og fíggjarstovnarnir gera tað.

Grikkaland skyldar umleið 350 milliardir evrur, sum svarar til einar 2600 milliardir krónur.