Eiga at steðga samráðingunum

Næstan helmingurin av teimum íslendsku veljarunum halda, at landið eigur at steðga samráðingunum við ES um limaskap í samveldinum. Tað sæst í einari nýggjari meiningakanning.

Kanningin vísir, at triði hvør sigur, at stjórnin eigur at taka umsóknina aftur, og 15 prosent siga, at samráðingarnar skulu steðga nú, og at ein fólkaatkvøða skal gera av, um tær skulu takast uppaftur.

Í desember í 2011 vísti ein tilsvarandi kanning, at góð 65 prosent vildu hava stjórnina at steðga við samráðingunum, og at knappliga 35 prosent vildu hava stjórnina at taka umsóknina aftur.