Bretski hugskotsbankin New Economics Foundation skýtur í einari nýggjari frágreiðing upp at steðga øllum fiskiskapi eftir ávísum fiskasløgum. Uppskotið snýr seg serliga um Norðsjógvin, sigur BBC.
Í uppskotinum verður mælt til at steðga øllum fiskiskapi í fimm ár, so at fiskastovnar sum hýsa, toskur og makrelur skulu fáa frið til at menna seg aftur til eina burðardygga stødd.
Á Havforskingsinstitut í Bergen heldur rannsóknarstjórin Reidar Toresen lítið um uppskotið úr London.
-At steðga fiskiskapinum í fimm ár gevur onga vissu fyri, at stovnarnir fara at menna seg aftur, sigur Reidar Toresen við norska kringvarpið og vísir á, at tað tók fleiri áratíggju at fáa norðhavssildina at koma fyri seg aftur.
Reidar Toresen er samdur við New Economics Foundation um, at støðan hjá fleiri fiskastovnum í Norðsjónum er hættislig, men hann sigur, at tað eru aðrar og betri loysnir enn at steðga fiskiskapinum í fimm ár