Tann størsti politiski flokkurin í Íslandi, Sjálfstæðisflokkurin, samtykti á landsfundi um vikuskiftið eina yvirlýsing, sum sigur, at Ísland eigur at steðga samráðingunum við ES um limaskap í samveldinum, og at samráðingar skulu ikki takast uppaftur, uttan at ein fólkaatkvøða tekur undir við tí.
Í einari tilsvarandi yvirlýsing í 2011 mælti Sjálfstæðisflokkurin stjórnini til at steðga á við samráðingunum. Eins og tá heldur flokkurin framvegis, at búskaparliga er tað ein fyrimunur fyri Ísland at vera uttan fyri ES.
Á landsfundinum varð Bjarni Benediktsson (myndin) afturvaldur til floksformann. Hann fekk næstan 80 prosent av atkvøðunum frá teimum, sum atkvøddu.