Lond, sum vilja sleppa burtur úr evrusamstarvinum, skulu hava høvi til tess. Tað sigur niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte (myndin), í samrøðu við týska blaðið Süddeutsche Zeitung.
-Vit eru fyri at loyva londum at sleppa úr evruøkinum, vilja tey tað. Soleiðis sum støðan er nú, ber tað ikki til. Eftir okkara tykki eiga vit at endurskoða sáttmálarnar og at broyta teir. Vit eru til reiðar, sigur Mark Rutte við týska blaðið.
Kjakið um at lata lond sleppa burtur úr evrusamstarvinum hevur tikið seg upp í sambandi við búskaparkreppuna. Í hesum viðfangi er Grikkaland nevnt fleiri ferðir, men leiðararnir í teimum stóru evrulondunum hava tvørturímóti sagt tað vera umráðandi, at Grikkaland verður verandi í gjaldoyrasamstarvinum.