Eiga at sleppa málinum ímóti Haarde

Í Íslandi hevur Altingið nú fingið eitt uppskot um, at tað almenna skal sleppa ákæruni ímóti fyrrverandi forsætiaráðharranum Geir H. Haarde (myndin), ið sum tann einasti politikarin er ákærdur í sambandi við fíggjarskrædlið í Íslandi á heysti í 2008.

Tað er formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni Benediktsson, sum hevur lagt uppskotið fram, og hann er einsamallur sum uppskotsstillari.

Altingið samtykti tann 28. september í 2010 at reisa ákæru ímóti Geir H. Haarde, og tann 7. juni í ár bleiv hann formliga ákærdur. Sjálvur hevur Geir H. Haarde alla tíðina hildið uppá, at hann er ósekur, og nú vil Bjarni Benediktsson hava Altingið at taka ákæruna aftur.