Samferðsla
Løgtingið hevur samtykt, at tunnil skal gerast undir Leirvíksbygd, men sum skilst, liggur hetta arbeiði væl longur frammi enn verkætlanin við Norðoyatunlinum. Tískil hevur spurningurin tikið seg upp, hvussu verandi veganet í Leirvík fer at megna at taka ímóti 2000-3000 bilum fleiri um dagin, tá ið Norðoyatunnilin er liðugur.
Eini 250-300 fólk vóru á kunnandi fundinum hóskvøldið, og tað merkir, at rættiliga stórur áhugi er millum leirvíkingar, hvussu málið við ferðsluni verður loyst.
Bygdaráðsformaðurin í Leirvík, Sjúrður Eliasen, sigur í stuttari viðmerking, at tað fyriliggur bert ein samtykt um veganetið í bygdini, og hon er, at tunnil skal gerast í Leirvík, sum skal leiða nógvu ferðsluna, sum fer at standast av Norðoyatunlinum, úr sjálvari bygdini.
Fleiri uppskot
Leirvíkingar, sum Sosialurin hevur tosað við eftir fundin, siga, at fleiri uppskot vóru frammi á fundinum um, hvussu trupulleikin við ferðsluni kann loysast.
- Men tað, sum órógvar okkum, er, at hesi viðurskifti eftir øllum at døma ikki verða loyst, fyrr enn eftir, at Norðoyatunnilin er komin. Tað merkir, at Leirvíksbygd, soleiðis sum hon nú er, noyðist at taka ímóti allari ferðsluni í eitt, tvey ella fleiri ár ? alt eftir, nær farið verður undir at gera nakað við hesi viðurskifti.
Leirvíkingar vísa á, at tað eru ikki teir, sum eru heitir fyri Norðoyatunlinum, men í fyrsta lagi fólk í Norðoyggjum.
- Okkara áhugi er ikki tunnilin undir Leirvíksfirði, men veganetið í Leirvík eftir, at tunnilin er komin.
Fólk í Leirvík halda, at tá ið klaksvíkingar kunnu draga ætlaninar út við at togast um lendið, vildi tað ikki verið so undarligt, um leirvíkingar í størri mun strongdu meira á at fáa ferðsluviðurskiftini uppá pláss, áðrenn tunnilin kemur.
Ongan skund
- Tað eru ikki vit, sum streingja á at fáa fast samband um
Leirvíksfjørð. Vit hava ongan skund.
Leirvíkingar standa spyrjandi eftir kunnandi fundin, tí á
fundinum vóru ikki færri enn fýra møguleikar frammi um tunnil og fýra møguleikar um vegagerð í staðin fyri tunnil.
- Nú spyrja mong, hvør loysnin verður ? og nær hon verður veruleiki?
Tað undrar fólk Leirvík, at hond ikki verður tikin um
ferðsluviðurskiftini í bygdini, fyrr enn 1-2 ár eftir, at Norðoyatunnilin er vorðin veruleiki.
- Sum vit hava skilt, verður eingin játtan til tunnils-ella vegagerð í Leirvík fyrr enn í 2006 ella 2007, um alt gongur sum ætlað. Men hvussu verður, um samfelagsgongdin broytist, og minni peningur verður at arbeiða við? Nær kunnu vit tá rokna við, at hetta málið verður loyst ? um tað ikki verður loyst, samstundis sum Norðoyatunnilin verður bygdur?
Kalt vatn?
Flestu leirvíkingar eru samdur um, at ferðsluviðurskiftini í Leirvík eiga at fáast uppá, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp.
- Vit eiga at sláa kalt vatn í blóðið. Hevur samfelagið ikki ráð at syrgja fyri tryggum ferðsluviðurskiftum í Leirvík, hava vit heldur ikki ráð at byggja Norðoyatunnilin.
Men, siga leirvíkingar:
- Kanska eru vit longu ov seinir á sjóvarfallinum.
Sosialurin fer at venda aftur til málið um ferðsluviðurskiftini í Leirvík.









