? Tað er ikki rætt vorðið, at vit púra lógliga kunnu koyra við bili, sum er skøddur við summardekkum, í slíkum kavaveðri, vit hava havt seinastu dagarnar.
Hetta sigur Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Superdekk í Havn.
Hann hevur sent bræv til løgtings- og landsstýrismenn, har hann ger vart við hesi viðurskifti.
? Dekkini eru tey, ið hava sambandið við vegin, tá ið tað snýr seg um at hava fótafesti og koyra trygt.Tí nyttar tað lítið, at vegirnir og bilarnir eru góðir og tryggir, um ikki dekkini eru í lagi, sigur hann.
Fríðrikur Blaðhamar heldur, at krøvini til dekk sum eru, eru alt ov lin. Hann heldur, at færri ferðsluóhapp kundi verið, um bilarnir høvdu røttu dekkini.
? Hetta vita vit eisini frá kanningum uttanlands, sigur hann.
Í Føroyum er lógarásetta kravið, at tað skal vera »dekk á øllum hjólum við mynsturdýpd í minsta lagið 1,6 mm á bili til í mesta lagi 9 persónar og bili við loyvdari heildarvekt uppá í mesta lagi 3.500 kr. Á øðrum bilum skal mynsturdýppdin vera í minta lgi 1 mm.«
? Í øðrum londum er kravið nógv meira útgreinað, serstakliga í londunum á okkara breiddarstigi, har koyrlíkindini eru nógv verri enn í Danmark, serliga um veturin, heldur Fríðrikkur Bláhamar.
Hann heldur,at trupulleikin er møguliga, at vit í Føroyum kopiera danskar lógir, ið ikki hóska til føroysk viðurskifti.
? Í Danmark er einki krav um, at tú um veturin skalt koyra við vetrardekkum, tí har eru góð koyrilíkindi so at siga alt árið, heldur Fríðrikur Bláhamar.
Í Noreg, Svøríki og Finnlandi hinvegin, ið veg- og veðurliga eru líkara okkum, eru krøvini øðrvísi.
? Í Svøríki og Finnlandi skal tú nýta vetrardekk, og í Noreg skalt tú nýta kavaketur ella vetrardekk. Í øllum trimum londunum skulu vetrardekkini hava eina mynsturdypd við í minsta lagi 3 mm. Í Eysturríki er kravið til mynsturdýpd á vetrardekkum í minsta lagi 4 mm, sigur Fríðrikur Bláhamar, dekksølumaður í Havn, sum heitir á landsins kosnu menn og kvinnur um at broyta hesar ásetingar, ferðslutrygdini at frama.