Eiga at lurta eftir náttúrufelagsskapum

Hjalti í Jákupsstovu sigur, at nú eyguni eru vend móti toskinum, eiga vit at lurta eftir tí, sum sagt verður. - Í dag hava vit eitt fyrimyndarligt grindadráp, men tað høvdu vit ikki, fyrr enn umheimurin fór at vísa hesum áhuga, sigur hann

Toskur

 

Sambært útlendskum fjølmiðlum, hava fleiri kommunur í Svøríki gjørt av ikki at keypa tosk til sínar matskráir í skúlum, stovnum og aðrastaðni, har heitur matur verður latin. Men tað eru ikki bara kommunur, sum hava tikið hetta stig. Ein spurnarkanning, sum TV4 hevur gjørt, vísir, at 37% av svium vilja ikki keypa tosk, og tað eru eisini matstovur, sum ikki keypa tosk meira, tí starvsfólkini tíma ikki at taka spurningin upp við viðskiftafólk, um toskur er hóttur ella ikki.

Ein av náttúruverndarfelagsskapunum, sum beinleiðis hevur mælt frá at keypa tosk, er heimsnáttúrugrunnurin, WWF. Toskurin er illa fyri í Eystursjónum og Kattegat, og tí hevur eitt svenskt blað enntá samanborið keyp av toski við keyp av fílabeinum úr Afriku.

 

At lurta

Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, ásannar, at ávísir náttúrufelagsskapir stundum kunnu vera rættiliga ógvusligir í sínum útmeldingum.

- Men vit eiga sjálvsagt at lurta eftir, hvat tað er, sum teir vilja siga okkum – antin vit eru samd ella ei.

Hann vísir á, at hóast føroyska toskaveiðan eftir hansara tykki hevur verið alt ov hørð seinastu árini, samstundis sum veiðinøgdin er minkað, stendur kanska upppaftur verri til í Eystursjónum og Kattegat.

- Avgerðin hjá alt fleiri svium um ikki at keypa tosk, skal tískil síggjast í ljósinum av støðuni í havumhvørvinum kring Svøríki.

Hjalti vísir á, at hóast støðan hjá toskinum í Norðsjónum eftir øllum at døma er batnað nakað, er hon ikki nøktandi. Tað er hon heldur ikki í føroyskum og íslendskum sjógvi, ei heldur við Ný Foundland, har toskurin at kalla bleiv burtur fyri fleiri árum síðan.

- Hinvegin er toskurin betur fyri í Barentshavinum og í Grønlandi í løtuni, leggur hann aftrat.

 

Broyta hugburð

Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni heldur, at antin vit eru samd ella ósamd við tiltøk hjá náttúrufelagsskapum, er tað kortini ein veruleiki, at tey eisini hava havt sína positivu ávirkan á okkara hugburð.

- Vit mugu ásanna, at lítið skil var í okkara grindadrápi, áðrenn umheimurin setti kikaran á okkum. Í dag er grindadrápið fyrimyndarligt, og tað gongur betur nú enn nakrantíð at avlíva hvalirnar, sigur hann.

Hjalti vísir á, at kunnu tiltøk hjá slíkum felagsskapum fáa okkum at hugsa, hava tey havt sína ávirkan.

- Tiltøkini eiga at minna okkum á, at tilfeingið í havinum er ikki óavmarkað – og at summi fiska-og djórasløg eru verri fyri enn onnur. Summi eru meira viðbrekin, tá ið tey verða troytt ov hart, og onnur eru av náttúrugivnum ávum verri fyri í náttúruni, kanska tí tey nørast seinni.

Hann sigur, at millum fiskasløgini, sum nørast seinni, og sum eru væl kend her um okkara leiðir, er eitt nú blálonga, kongafiskur og svartkalvi, og tíðin hevur víst, at hesi eru vorðin ov hart roynd.

 

Duga ikki hógv

- Toskastovnurin undir Føroyum hevur verið illa fyri seinastu árini, og veiðan er næstan niðri á tí minimala. Sambært hagtølum, sum fevna yvir eitt heilt aldarskiftið, eiga vit at kunna veiða 20.000-25.000 tons av toski undir Føroyum um árið, men veiðan er bert helmingin av hesum.

Leiðarin á Fiskirannnsóknarstovuni vísir á, at tá ið toskastovnurin kom fyri seg aftur á Føroyabanka tíðliga í 2000-árunum, dugdu vit ikki at drýggja stovnin og veiða hann burðardygt.

- Føroyabanki eigur at kunna bera eini 2.000 tons av góðum toski um árið, men við tað, at vit ikki dugdu okkum hógv, tá ið stovnurin kom fyri seg aftur, er eingin toskaveiða á Bankanum longur, sigur Hjalti í Jákupsstovu.